Sveittaviðgerð

Sveittar tú illa undir armunum og í lógvunum? So kennir tú kanska til orðið 'hyperhidrosu' og veitst, at orsøkin er arvalig. Tað verður mett, at 0,5-1 % av vesturheiminum hevur hyperhidrosu. Eyðkennið við hyperhidrosu er, at tú sveittar so mikið illa, at onnur varnast tað og ikki vilja koma ov nær. Men tú kanst fáa viðgerð fyri hetta frá okkum, har botox verður givið sum intradermalar innspræningar, eftir at økið er viðgjørt við doyvandi kremi.

  • Hvar?

    Sveitti kann koma hvar sum helst á kroppinum: Andlitinum, undir arminum, í lógvunum, á fótinum osfr.

  • Hví sveitta vit?

    Sveitti verður framleiddur av ymiskum sveittakertlum. Hesi eru at finna allasteðs á kroppinum. Sveitti í vanligum mongdum er týdningarmikil, tí hetta kølir okkum niður, og eisini so vit kunnu taka um eitthvørt við hondunum.

1 av 2

Hvat fært tú burtur úr viðgerðini?

Níggju út av tíggju eru nøgd við úrslitini í 3-5 mánaðir. Úrslitini merkjast longu 2-3 dagar seinni.


Hjáárin

Møgulig hjáárin við Botox vara bert eitt bil. Eitt teirra er veikari handtak við viðgerð av lógvanum.

  • Armsveitti (aksiller hyperhidrose)

    Hetta síggja vit ofta – fólk, sum líða av aksilerari hyperhidrosu, hava tíverri eina vánaliga lívsgóðsku, tí keðiligi lukturin ávirkar teirra sosiala lív. Útreiðslurnar á nýggj klæðir eru ov nógvar, tí troyggjur og skjúrtur verða oyðilagdar av sveitta og deodorantum.

  • Hondsveitti

    Sveitti er neyðugur. Annars missa vit takið. Men ov nógvur sveitti kann vera keðiligur. Tú tímir kanska ikki at taka í hondina á fólki. At heilsa upp á onnur og leiða onnur við sveittutari hond kennist flóvisligt og óbehagiligt.

Eg eiti Brynhild Restorff, og eg ynski at geva tær møguleika fyri at fáa eina penari húð og yngri útsjónd. Okkara eyðkenni er títt nøgdsemi.

Les um okkara góðkenningar