Seventy Hyal 2000
Skal eg gera nakað áðrenn viðgerðina?
Áðrenn viðgerðin byrjar, skalt tú ikki drekka rúsdrekka í 24 tímar. Hetta er fyri at sleppa undan at økja um vandan fyri bløðing, tí alkohol tynnir blóðið. Tú eigur ei heldur at brúka húðrøkt í tvey samdøgur áðrenn tína avtalu, og hetta fevnir um retinol og AHA/BHA-sýrur.
Fyrimunir við viðgerðini
- Varðveitir vætu í húðini
- Minkar um sjónligar rukkur
- Stimulerar kollagen- og elastinframleiðslu
- Betrar um húðgóðskuna
- Gevur fyllu, uttan at man varnast tað
- Gevur húðini ein sunnan glans
Seventy Hyal 2000 er perfekt viðgerð til tín, sum ynskir at varðveita eina pena húð og fáa ein ungdómligan glans. Hesar viðgerðir eru effektivar, tryggar og kunnu nýtast ymsastaðni á kroppinum.
Vanlig hjáárin
Eftir viðgerð kann tað koma fyri, at tú fært lítlar bløðrur, har ið innspræningin fór fram. Onnur hjáárin kunnu koma fyri: Tú kanst hovna og fáa lítil blá merki, og meðan húðin lekist, kann tað skriða eitt sindur. Hesi hjáárin eru vanlig og hvørva so líðandi innan 24 tímar.
-
Soleiðis fer viðgerðin fram
Áðrenn viðgerðin byrjar, verður húðin reinsað, og doyvingarkrem verður smurt á fyri at minka um ampa. Seventy Hyal 2000 verður síðan sprænt inn í ymisk øki á andlitinum við eini tunnari nál. Húðstimbranin verður strategiskt staðsett til tess at viðgera ta fysiologisku tømingina av hyaluronsýru (HA) í húðini.
-
Aftan á viðgerðina
Tak tær av løttum og ger ikki kropsvenjingar ella aðra venjing í 24 tímar, tá ið viðgerðin er av. Tú eigur framhaldandi ikki at brúka húðrøkt, sum inniber C-vitamin, retinol og AHA/BHA-sýrur í 24 tímar. Tað er best, um tú heldur ikki brúkar oljugrundaða sminku, meðan húðin lekist.
Hvussu leingi virkar húðboostarin?
Húðstimbran krevur vanliga 2-3 viðgerðir við fýra vikurs millumbilum. Tú sært longu stóran mun aftan á fyrstu viðgerð, hvussu húðin glansar. Tá ið øll viðgerðargongdin er av, varir úrslitið vanliga í 6-12 mánaðir.
Aldursmark á 18 ár er galdandi til allar viðgerðir og tað skulu verða 48 tímar í millum forkanning og viðgerð.
Eg eiti Brynhild Restorff, og eg ynski at geva tær møguleika fyri at fáa eina penari húð og yngri útsjónd. Okkara eyðkenni er títt nøgdsemi.