Dátuverndarkunning
Sp/f Restorff ("Ævi", “ævi.fo” "vit", "okkum", "okkara") hevur skyldu til at verja trúnaðin, integritetin og atgeingið á teimum upplýsingum, undir hesum persónupplýsingum, vit viðgera um okkara kundar og veitarar. Vit taka dátuvernd í størsta álvara og hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.
Sum vitjandi á heimasíðu okkara ævi.fo ella sum kundi hjá okkum annars, viðgera vit í flestum førum persónupplýsingar um teg. Hendan dátuverndarkunning lýsir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Okkara viðgerðir sum dátuábyrgdari
Vitjandi á ævi.fo – Farspor
Endamál: Okkara savning av upplýsingum umvegis farspor frá tí vitjandi á ævi.fo er neyðug fyri at kunna veita tí vitjandi eina hóskandi brúkarauppliving á síðuni. Les meira um okkara nýtslu av farsporum ella broyt tínar stillingar her.
Heimild: Okkara nýtsla av farsporum er grundað á samtykki frá skrásetta sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. Í øðrum lagi fylgja vit okkara heimilaða áhugamáli sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 við nýtslu av neyðugum farsporum, ið tryggja, at heimasíðan virkar.
Sløg av persónupplýsingum: Vit skráseta ymsar vanligar upplýsingar um teg og tína tóleind.
Varðveitslutíðarskeið: Farspor verða goymd upp til 2 ár.
Vitjandi á ævi.fo - Nethandil
Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja okkara kundasamstørv, undir hesum at selja okkara vørur og tænastur. Tá tú keypir á nethandlinum hjá okkum, verður hetta gjørt umvegis okkara veitara Shopify. Til ber at lesa teirra viðgerð av tínum persónupplýsingum her. [https://www.shopify.com/legal/privacy/customers]
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri at kunna halda eina avtalu við kundan ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá kundanum er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin sbrt. § 8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.
Sløg av persónupplýsingum: Fyri at vit kunnu veita vøruna er neyðugt, at vit skráseta navn, samskiftisupplýsingar umframt veitingarbústað. Vit varðveita ikki gjaldkortsupplýsingar.
Varðveitslutíðarskeið: Vit hava skyldu til at goyma ávísar upplýsingar upp til 5 ár sbrt. bókhaldslógini.
Vitjandi á ævi.fo – Viðgerðir
Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu ráðgeva um og veita kundanum okkara viðgerðir.
Heimild: Okkara viðgerð í sambandi við veiting av tænastum er neyðug fyri at kunna halda eina avtalu við kundan ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá kundanum er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin sbrt. § 8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.
Sum partur av ávísum veitingum, verða heilsuupplýsingar viðgjørdar, í hesum sambandi verður viðgerðin grundað á nágreiniligt samtykki frá kundanum sbrt. § 12, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.
Sløg av persónupplýsingum: Við bílegging av viðgerðum verður tú skrásettur við navn og samskiftisupplýsingum. Harumframt verða ymsar upplýsingar skrásettar í sambandi við ætlaðu viðgerðina.
Varðveitslutíðarskeið: Upplýsingar um viðgerðir verða varðveittar upp til 10 ár sbrt. galdandi reglum um patientjournalføring. Um serlig viðurskifti gerast galdandi, kunna vit varðveita upplýsingarnar í eitt longri tíðarskeið.
Fyrisiting av veitarasamstørvum
Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu umsita okkara sáttmálar við veitarar umframt at útvega og móttaka vørur- og tænastur frá okkara veitarum.
Heimild: Viðgerðin er grundað á okkara heimilað áhugamál, ið at røkja okkara veitarasamstørv umframt at menna okkara tænastur sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6.
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar upplýsingar um veitaran umframt samskiftisupplýsingar hjá ávísum starvsfólki hjá veitaranum.
Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingarnar, undir hesum ávísar persónupplýsingar í 5 ár. Samskiftisupplýsingar verða varðveittar, so leingi okkara samstarv við veitaran heldur fram.
Upplýsingar vit lata víðari
Í sambandi við konsultatión um viðgerðir verða upplýsingar latnar okkara samstarvslækna. Harumframt nýta vit útvaldar KT-veitarar í sambandi við kundafyrisiting, undir hesum flutning og varðveitslu av upplýsingum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.
Dátuvernd
Kunningartøkni hevur stóran týdning fyri okkara virksemi, og tær tænastur vit veita kundum okkara. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, ið tryggja kundadátur, persónupplýsingar og aðrar trúnaðarligar upplýsingar.
Okkara heimasíða ævi.fo, nýtir eitt góðkent SSL Sertifikat, ið merkir, at allar upplýsingarnar verða fluttar bronglaðar og trygt umvegis síðuna.
Tíni rættindi
Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi sambært dátuverndarlógini, sum Ævi hevur skyldu til at fylgja.
Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, og at Ævi avmarkar viðgerðina av tínum persónupplýsingum ella nýtir tín rætt til dátuflutning ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.
Samband
Hevur tú spurningar til okkum viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ella ynskir tú at nýta tíni rættindi, sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Sp/f Restorff
Undir Gráasteini 52
FO-100 Tórshavn
+298 91 90 90
brynhild@ævi.fo
www.ævi.fo
Kæra
Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til brynhild@ævi.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.
Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.dat.fo.
Dagføringar
Okkara dátuverndarkunning verður leypandi dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 13. apríl 2023.