Sklerosering

Fá vøkur bein uttan æðraspreingingar við Sklerosering, sum er tann tryggasti, effektivasti og mest varandi hátturin at taka burtur æðraspreingingar. Sklerosering verður framt við eini tunnari nál, har ið innspræningarevnini, sum hava sukur í, bróta æðrarnar niður.
  • Hvussu virkar tað?

    Æðrarnar, sum verða viðgjørdar, brótast niður og koma ikki aftur. Í grundini sært tú æðrarnar hvørva, meðan viðgerðin fer fram.

  • Hvar kann tað nýtast?

    Hendan viðgerðin hóskar seg til beinini.

1 av 2

Nær er best at fáa viðgerðina?

Vetrarhálvan er rætta tíðin at byrja viðgerðirnar, men tú kanst eisini fáa viðgerð á sumri, so leingi tú nýtir SPF 50 og ikki sólar tær.

  • Soleiðis fer viðgerðin fram

    Viðgerð av æðraspreingingum á beinunum verður framd við eini tunnari sproytunál. Tú fært ikki ilt, men tað prikar eitt sindur. Nálin sprænir sukurhavin evni inn í æðrarnar, og henda væta elvir til øsing í blóðæðravegginum, sum førir til, at æðrin verður brotin niður. Æðraspreingingar tæna ongum endamáli í blóðrenslinum.

  • Aftan á viðgerðina

    Tú sært æðrarnar hvørva alt fyri eitt, meðan viðgerðin fer fram. Hevur tú lyndi til at fáa æðraspreingingar, kanst tú fáa nýggjar æðraspreingingar, sum frá líður.

    Hjá summum er tað gott við eini árligari "touch-up"-viðgerð, so at tú sleppur undan nýggjum æðraspreingingum og altíð hevur vøkur bein. 

Viðgerðir

Lítil viðgerð (umleið 1-2 sproytur í somu viðgerð)
Miðal viðgerð (umleið 3-5 sproytur í somu viðgerð)
Stór viðgerð (umleið 6-8 sproytur í somu viðgerð)

Stødd av viðgerð (lítil, miðal, stór, sera stór) verður ásett í viðtalu. 

Aldursmark á 18 ár er galdandi til allar viðgerðir og tað skulu verða 48 tímar í millum forkanning og viðgerð.

Eg eiti Brynhild Restorff, og eg ynski at geva tær møguleika fyri at fáa eina penari húð og yngri útsjónd. Okkara eyðkenni er títt nøgdsemi.

Les um okkara góðkenningar