Ejal 40
Skal eg gera nakað áðrenn viðgerðina?
Áðrenn viðgerð verður viðmælt at halda uppat at taka fiskaolju og ávís sløg av handkeypsheilivági, sum kunnu tynna blóða.
Fyrivarni
Av og á frámæla vit fólki viðgerð:
- Viðgerð til fólk undir 18 ár
- Um aktiv infektión sæst á húðini, har ið tú ætlaði at fáa viðgerð
- Kvinnur, ið eru við barn ella geva bróst
- Varandi fillers á sama stað
- Blóðtynnandi viðgerð
Vanlig hjáárin
Eftir viðgerð kanst tú hovna, húðin kann gerast reyð ella litfarast, og tú kanst fáa lítlar buklur, har ið innsprænt varð. Vanliga hvørvur hetta innan 12-24 tímar, men tað er ymiskt, hvussu skjótt tað spjaðir seg. Summi fáa pirrukent útbrot, sum varir í nakrar dagar. Tað er sjáldan, at infektión kemur í, men skuldi tað hent seg, so kanst tú bøta um tað við antibiotikaviðgerð.
-
Soleiðis fer viðgerðin fram
Ejal 40 er samansett av hyaluronsýru og einum mildum, tunnum filler. Hetta fer inn og stimbrar framleiðsluna av kollageni og elastini í húðini, sum so endurnýggjar gyrði (elastisitet) í húðini. Viðgerðin virkar sum ein "fuktmaska", tí hon fyllir húðina uppaftur alt fyri eitt.
-
Aftan á viðgerðina
Tá ið viðgerðin er av, fert tú at merkja stóran mun í húðini, sum fer at kennast sum nýggj. Tú kanst væl fara beint til arbeiðis eftir viðgerðina, tó skalt tú helst ikki útinna tungt, kropsligt arbeiði ella líknandi virksemi tvey tey fyrstu samdøgrini. Lat vera við at mýkja ella gníggja húðina, og tú skalt ikki sminka tær ella smyrja krem á húðina í 6 tímar. Húðin er viðkvom fyri nógvum kulda og hita so sum sauna, ljós frá sólini, solarium o.ø. fyrstu dagarnar.
Viðgerðir
Aldur 30-40 ár: 1-2 viðgerðir við 4 vikurs millumrúmi
Aldur 40-50 ár: 2-3 viðgerðir við 4 vikurs millumrúmi
Aldur 50+: 3-4 viðgerðir við 4 vikurs millumrúmi
Fyri besta úrslitið viðmæla vit viðgerðir tvær ferðir um árið.
Aldursmark á 18 ár er galdandi til allar viðgerðir og tað skulu verða 48 tímar í millum forkanning og viðgerð.
Eg eiti Brynhild Restorff, og eg ynski at geva tær møguleika fyri at fáa eina penari húð og yngri útsjónd. Okkara eyðkenni er títt nøgdsemi.