Hvat er botox (Vistabel® / Azzalure)?
Botox er kosmetisk viðgerð, sum inniheldur botulinumtoksin týpu A, sum verður víðkað frá bakteriuni Clostridioides difficile. Vistabel® hindrar bæði statiskum og dynamiskum vøddum, so at vøddarnir hvíla, sum so tálmar rukkum. Hetta javnar rukkurnar og "lyftir" andlitið.
Skal eg gera nakað áðrenn viðgerðina?
Ein viðgerð við Vistabel® er lutfalsliga einføld og fer sum oftast fram uttan nakrar trupulleikar. Nakrar dagar áðrenn viðgerðina verður viðmælt at lata vera við at taka Treo, Ibuprofen, Magnyl, fiskaolju umframt ávísar natúrtilbúningar. Hesi forða blóðinum at storkna, sum ger, at tað verður størri kjansur fyri, at tú hovnar aftan á viðgerðina.
Drekk ikki alkohol í 2 døgn áðrenn og eftir viðgerð.
Fyrivarni
Hevur tú herpes (krímsár) ella døkkormspirrusjúku (bumsar) eigur tú at bíða, til infektiónin er horvin.
Ert tú við barn ella gevur bróst, eigur tú ikki at fáa tær botox.
Vanlig hjáárin
Tú kanst fáa hjáárin, men hesi fara oftast vekk av sær sjálvum aftan á nakrar dagar. Tað er vanligt at fáa roða, gerast hovin og eym/ur. Summi fáa eisini høvuðpínu í eina tíð. Onnur fáa hjáárin, sum minna um influenza. Hetta fer sum sagt vekk aftan á nakrar dagar. Fært tú óvæntað hjáárin, eru vit at røkka á einum bráðtelefonnummari, sum tú fært aftan á viðgerðina.
-
Soleiðis fer viðgerðin fram
Viðgerðin er einføld, trygg og veldur næstan onga pínu – tað kennist sum eitt lítið prik. Áðrenn viðgerðina sóttreinsa vit økini, sum skulu viðgerast. Tað tekur eini 10 minuttir, og við hjálp av eini mikronál spræna vit smáar mongdir av botox inn í økini, sum skulu viðgerast.
-
Aftan á viðgerðina
Tú mást ikki massera økini ella venja ella gera annan fysiskan aktivitet fyrstu fýra tímarnar. Tú mást ei heldur sova og leggja andlitið niður at nøkrum. Tú fert at hóma viðgerðina aftan á eini 3 dagar, og 10-14 dagar seinni sært tú endaliga úrslitið.
Hvussu leingi virkar Vistabel®?
Tað er ymiskt frá persóni til persón. Besta úrslitið sæst í 1-2 mánaðir, men tað er framvegis sjónligt í 3-6 mánaðir. Fyri bestu úrslitini viðmæla vit, at man endurtekur innspræningina 2-3 ferðir um árið.
-
Eftirlit aftan á viðgerðina
Um tú hevur hug, so kanst tú koma til eftirlit og 'touch' hjá okkum 2 vikur aftan á viðgerðina.
Aldursmark á 18 ár er galdandi til allar viðgerðir og tað skulu verða 48 tímar í millum forkanning og viðgerð.
Eg eiti Brynhild Restorff, og eg ynski at geva tær møguleika fyri at fáa eina penari húð og yngri útsjónd. Okkara eyðkenni er títt nøgdsemi.