Viðgerðir

Allar okkara viðgerðir eru slóðbrótandi og vísindaligt grundaðar og sjálvandi framdar av útlærdum fólki við serkønari vitan. Vit bjóða ymiskar viðgerðir so sum Filler, Ejal 40, Botox og sveittaviðgerð. Hesi kanst tú lesa nærri um niðanfyri.

Aldursmark á 18 ár er galdandi til allar viðgerðir og tað skulu verða 48 tímar í millum forkanning og viðgerð.

Filler (Restylane og Belotero)

Filler (Restylane og Belotero) er gelé, sum er gjørt úr vatni, stabilerandi hyaluronsýru (HA) og Lidocain. HA er eitt sukurevni (glykosaminoglycan) í kroppinum, sum er ein týðandi partur av húðini. HA dregur vatn til sín og víðkar harvið vevnaðin, sum so gevur húðini vætu, fyllu og gyrði (elastisitet). Úrslitini eru ikki varandi, men vara leingi og eru sera vøkur.

Filler viðgerð

Húðstimbran (Ejal 40)

Ejal 40 er einastandandi húðstimbran, sum strammar, lyftir og javnar smærri og djúpri rukkur. Ejal 40 byggir á isoton intradermal-gelé, sum er patenterað og lívfrøðiliga niðurbrótiligt. Tað er sett saman av medium hyaluron-ketum. Ejal 40 kann nýtast í andlit, hálsi, hondum og decolette. Ejal 40 minkar og tálmar tekin um húðelli og eisini húð, sum er uppturkað og meinslað.

Húðstimbran

Húðstimbran (Seventy Hyal 2000)

Seventy Hyal 2000 er ein húðboostari, sum hevur til endamáls at varðveita vætu í húðini og at stimulera framleiðslu av kollageni og elastini. Henda viðgerð gevur húðini ein sunnan glans.

Húðstimbran

Botox (Vistabel® / Azzalure®)

Botox er kosmetisk viðgerð, sum inniheldur botulinumtoksin týpu A, sum verður víðkað frá bakteriuni Clostridioides difficile. Vistabel® hindrar bæði statiskum og dynamiskum vøddum, so at vøddarnir hvíla, sum so tálmar rukkum. Hetta javnar rukkurnar og "lyftir" andlitið.

Botox viðgerð

Sklerosering

Fá vøkur bein uttan æðraspreingingar við Sklerosering, sum er tann tryggasti, effektivasti og mest varandi hátturin at taka burtur æðraspreingingar. Sklerosering verður framt við eini tunnari nál, har ið innspræningarevnini, sum hava sukur í, bróta æðrarnar niður.

Sklerosering

Sveittaviðgerð

Sveittar tú illa undir armunum og í lógvunum? So kennir tú kanska til orðið 'hyperhidrosu' og veitst, at orsøkin er arvalig. Tað verður mett, at 0,5-1 % av vesturheiminum hevur hyperhidrosu. Eyðkennið við hyperhidrosu er, at tú sveittar so mikið illa, at onnur varnast tað og ikki vilja koma ov nær. Men tú kanst fáa viðgerð fyri hetta frá okkum.

Sveittaviðgerð

Forvitin at vita meira?

Gev okkum telefonnummar og navn, og so ringja vit teg uppaftur sum skjótast. So kunnu vit taka eitt prát um, hvat tú kundi hugsað tær, og hvør besta loysnin er til júst tín.

Útfyllingarskjal

Tá ið tú fyllir formularin út og sendir okkum upplýsingarnar, viðgera vit tínar persónsupplýsingar. Hetta kanst tú kunna teg meira um her.

Vørur

Eg eiti Brynhild Restorff, og eg ynski at geva tær møguleika fyri at fáa eina penari húð og yngri útsjónd. Okkara eyðkenni er títt nøgdsemi.

Les um okkara góðkenningar